Ein 34 ára gamal maður úr Odense hevði helst fingið ríkiligt av drykkjuvørum í seg, og setti seg síðani handan róðrið og koyrdi sær ein túr. Hesin túrurin endaði tó skjótt, tá løgreglan máldi ávirkaða mannin til at hava koyrt 150 km/t á einum strekki, har ein bert hevur loyvi at koyra 60, skrivar fyens.dk
Ein blóðroynd fer at vísa, hvussu høg promillan var. Tann fyrsta mátingin vísti í øllum førum eina promillu ið var langt omanfyri tað loyvda.