Danmark: Vinstri fær søguligan lúsing

Vinstriflokkurin í Danmark fær søguliga vánaligt úrslit í veljarakanning eftir Inger Støjberg-málið, og eftir at Lars Løkke Rasmussen hevur meldað seg úr flokkinum

Meiriluti hevði verið vil reyða veingin, um fólkatingsval var í morgin.

Tað vísir seinasta veljarakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau.

Her er yvirlitið yvir kanningina. Tølini í klombrum er valúrslitið frá 5. juni 2019:

Javnaðarflokkurin: 32,2 prosent - 58 tingsessir (25,9 prosent – 48 tingsessir).

Tey Radikalu: 6,6 prosent - 12 (8,6 prosent – 16 tingsessir).

SF: 8,7 - 16 tingsessir (7,7 prosent – 14 tingsessir).

Eindarlistin: 9,1 prosent - 17 tingsessir (6,9 prosent – 13 tingsessir).

Alternativið: 0,5 prosent - 0 tingsessir (3,0 prosent – 5 tingsessir).

Veganaraflokkurin: 0,7 prosent - 0 tingsessir (0,0 prosent – 0 tingsessir).

Vinstri: 13,9 prosent - 25 tingsessir (23,4 prosent – 43 tingsessir).

Danski Fólkaflokkurin: 6,3 prosent - 11 tingsessir (8,7 prosent – 16 tingsessir).

Liberal Alliansa: 3,0 prosent - 5 tingsessir (2,3 prosent – 4 tingsessir).

Tey Konservativu: 10,5 prosent - 19 tingsessir (6,6 prosent – 12 tingsessir).

Kristindemokratarnir: 1,5 prosent - 0 tingsessir (1,7 prosent – 0 tingsessir).

Nýggju Borgarligu: 6,6 prosent - 12 tingsessir (2,4 prosent – 4 tingsessir).

Onnur: 0,4 prosent - 0 tingsessir (0,0 prosent – 0 tingsessir).

Reyði vongur, samlet: 57,8 prosent - 103 tingsessir (52,1 prosent – 96 tingsessir).

Blái vongur, samlet: 41,8 prosent - 72 tingsessir (47,7 prosent – 79 tingsessir).

Mesta óvissan upp á einstøku flokkarnar í hesi kanning er upp á umleið +/- 2,8 prosentstig.

Politiska veljarakanningin hjá Voxmeter er grundað á samrøður við 1040 umboðandi útvaldar persónar yvir 18 ár í tíðarskeiðnum 4. januar til 9. januar.

Kelda: Voxmeter for Ritzau.

/ritzau/