Danmark vinnur millumbólkin

Danmark trumlar víðari við EM í hondbólti fyri menn, sum í hesum døgum er í Noregi.

 

Í kvøld vann Danmark seinasta dystin í millumbólkinum, tá Slovenia mátti lúta við 28-23 eftir at Danmark hevði verið á odda 15-11 í steðginum.

 

Ein av heilt stóru profilunum á danska liðnum er málverjin Kasper Hvidt, at aftur í kvøld stóð hann ein góðan dyst við stórbjargingum í psykologiskt tíðandi løtum.

 

Danmark endar nú ovast í sínum millumbólki, og tað merkir, at teir í semifinaluni skulu møta nummar tvey í hinum bólkinum, sum verður antin Svøríki ella Týskaland.

 

Frakland hevur longu vunnið hin bólkin og skal møta vinnarunum av Noregi-Kroatia, sum verður leiktur seinni í kvøld