Danmark vil ikki selja til Kina

Danir lata heldur gamla hernaðarstøð upp aftur enn at selja hana til Kina

Fyrrverandi høvuðsstøðin fyri Grønlands Kommando, Grønnedal í útsynnings Grønlandi, bleiv niðurløgd í 2014. Herðnaðarstøðin í Grønnedal bleiv byg í 1942 av amerikanska militerinum, men bleiv yvirtikið í 1958 av donsku myndugleikunum. Sum sagt, so stongdi støðin í 2014 og høvuðsstøðin hjá nýggja Atktisk Kommando, bleiv flutt til høvuðsstaðin Nuuk.

 

Tað bleiv mett, at tað fór at kosta eini 300 milliónir krónur at rudda upp í Grønnedal. Tað hevur valdað óvissa um hvat ið skuldi gerast og einki er hent hesi bæði árini, ið støðin hevur verið afturlatin – inntil nú.

 

Kina hevur nú víst áhuga at keypa gomlu hernaðarstøðina og tað hevur fingið danir upp úr stólinum. Danska stjórnin hevur valt at forða fyri, at kinesarar keypa støðina og hava valt at lata hana upp aftur.

 

Nikolaj Willumsen frá Enhedslisten sigur við Politiken, at tey hava nú biði Claus Hjort Frederiksen um eina frágreiðing uppá hví tey velja at lata Grønnedal upp aftur, men undirstrikar samstundis, at tey eru samd við stjórnini í, at Kina ikki skal sleppa at keypa Grønnedal. Willumsen sigur, at Kina hevur verið sera framfýst í Grønlandi og hevur longu nú sett nógv av peningi í ymsar verkætlanir har norðuri. Tað er eitt tekin uppá sterkar kinesisk áhugamál í Grønlandi, serliga eftir at nýggja siglingarleiðin norðanfyri er blivin veruleiki og arktiska økið er blivið áhugavert hjá nógvum londum.

 

Kina hevur einki landafrøðiligt samband við arktiska øki og leitar tí eftir møguleikum at sleppa upp í part. Tað gera teir við at leggja pening í millum annað Grønlandi og keypa seg inn ymsa staðni.

 

Aleeqa Hammond, forkvinna í Grønlandsnevndini í Fólkatinginum, sigur at tey hava einki ímóti, at tað er Danmark, ið opnar Grønnedal aftur, men sigur víðari, at Grønland er ikki eins varin við Kina sum Danmark er. Hammond sigur, at Grønland fegin vil samstarva vil øll lond.