Danmark viðurkent uppreistrarráðið

Danmark viðurkendi í dag libyska skiftisráðið NTC sum lógligt umboð fyri Libya og tað libyska fólkið, og í tí sambandi vóru fleiri danskir politikarar í libyska býnum Benghazi og tosaðu við umboð fyri uppreistrarráðið.

-Við hesum senda vit Muammar Gaddafi eitt týðiligt tekin um, at hansara dagar her eru taldir, og at NTC er tað einasta lógliga umboðið fyri fóliið, segði Lene Espersen, uttanríkisráðharri, við fjølmiðlarnar.

Á fundinum við NTC fingu Lene Espersen, Helle Thorning-Schmidt, Margrethe Vestager og Søren Espersen høvi til at umrøða spurningar sum demokrati, talifrælsi og javnstøðu.