Danir eiga ikki at fylgja bretum, um teir gera av at fara burtur úr ES. Í einari kanning, sum Jyllands-Posturin almannakunnger, siga 51,9 prosent av teimum spurdu, at Danmark eigur ikki at fara úr ES, sjálvt um bretar gera av at fara burturúr.
Hinvegin halda 47,2 prosent, at tann danska stjórnin eigur at taka upp samráðingar við ES um at endurskoða treytirnar fyri donskum limaskapi, men 49,7 prosent eru ímóti at hava fólkaatkvøðu aftaná um limaskapin.
Knappliga 41 prosent eru ímóti at endurskoða treytirnar fyri ES-limaskapinum.