Eg síggi ikki Danmark sum ein part av einum samveldi ella nøkrum, sum líkist tí. Vit hava ein sterkan ríkisfelagsskap við støði í grundlógini, sigur Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri.
Eg haldi, at løgfrøðisligur karmarnir í ríkisfelagsskapinum geva so stórar møguleikar fyri menning av egnari ábyrgd innan fyri sjálvstýri, at tørvur ikki er á nýggjum.
Tað sigur Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, í samrøðu við Bo Lidegaard, ábyrgdarblaðstjóra á Politikken. Blaðið hevur hevur seinastu tveir sunnudagarnar havt samrøður við Kaj Leo Johannesen, løgmann, og Kuupik Kleist, formann í grønlendska landsstýrinum, um ríkisfelagsskapin. Í dagsins útgávu av Politikken hevur hann samrøðu við Helle Thorning-Schmidt, sum í komandi viku skal hitta teir báðar, løgmann og Kuupik Kleist á ríkisfundi í Grønlandi.
Helle Thorning-Schmidt vísir á, at ein stór kommissión júst hevur lýst viðurskiftini hjá Grønlandi, og at har er ein tilgongd, har tað tíbetur, sum hon sigur er upp til grønlendska og føroyska fólkið at gera av, hvat skal henda í framtíðini.
Og soleiðis eigur tað at vera, sigur hon.
Spurd um tað skuldi komið eitt ynski um 10 ella 20 ár úr Føroyum og Grønlandi um at gerast sjálvstøðug ríki so heldur hon, at hetta eru viðurskifti, sum Danmark má fyrihalda seg til.
Um Føroyar og Grønland ynskja at verða sjálvstøðug ríki, so er avgerðin teirra. Men tá eg lesi samrøðuna, sum tú (Bo Lidegaard) hevur gjørt um hetta málið, eo er tað ikki tað, sum eg eg síggi. Eg haldi, at teir báðir sjálvstýrismyndugleikarnir eru sera upptiknir av at menna alt tað, tey kunnu innan fyri sjálvstýrið. Tað eru jú risauppgávur, sum tey átaka sær, og eg síggi tveir pragmatiskar leiðarar, ið eru sera upptiknir av at gera tað besta fyri lond síni við at taka uppgávur heim at umsita, sigur Helle Thorning-Schimdt.
Bo Lidegaard vísir í samrøðuni við Helle Thorning Schmidt á, at bæði løgmaður og Kuupik Kleist tosa um eina visión sum liggur ímillum fullveldi og ríkisfelagsskapin. Altso um ein ríkisfelasgskap, sum øðru megin er víðari, enn hann, vit kenna í dag, og sum hinvegin kortini ikki hevur fult sjálvræði ella í øllum førum eitt sjálvræði, sum trívist innan fyri ein ríkisfelagsskap við javntsettum pørtum.
Men Helle Thorning-Schmidt hevur ikki hug at droyma so langt.
Eg síggi ikki Danmark sum ein part av einum samveldi ella nøkrum, sum líkist tí. Vit hava ein sterkan ríkisfelagsskap, sum hevur sítt støði í grundlógini. Hvat kann henda um 20 ár, tað er trupult hjá mær at taka støðu til í dag, sigur hon í samrøðuni, sum Politiken prentar í dag.
Eftir áheitan frá Bo Lidegaard, blaðstjóra á Politiken, verður øll samrøðan eins og samørðunar við løgmann og Kuupik Kleist prentað í Sosialinum í morgin.
Les samrøðuna við Kaj Leo Johannesen VIÐ AT TRÝSTA HER
Les samrøðuna við Kupiik Kleist VIÐ AT TRÝSTA HER