Avgerðin hevur verið leingi ávegis, men nú skuldi verið komið undir land: EM-endaspælið í kvinnuhondbólti verður spælt. Tað skrivar TV MIDTVEST.
Fleiri keldur upplýsa, at heilsumyndugleikarnir hava givið grønt ljós til, at meistaraskapurin kann avgreiðast, um fyrireikararnir lúka strongu krøvini, sum verða sett. Millum annað verður tað sambært upplýsingum hjá TV MIDTVEST lagdur dentur á, at hesar rætningslinjur ikki kunnu slakast ella tillagast undir kappingini.
Ætlanin var, at bæði Danmark og Noreg skuldu verið vertir, men Noreg hevur trekt seg aftur fyri eini viku síðani.
Upprunaliga skuldi helmingurin av dystunum verið spældir í Frederikshavn, men fyrst í november varð tað avlýst vegna herdu tiltøkni í Norðurjyllandi. Herning og Boxen standa nú eftir við øllum vertsskapinum fyri endaspælinum.
Fyrsti dystur verður spældur 3. desember.