Danmark var stóri vinnarin

165 svimjarar luttaka í norðurlendsku svimjikappingini í Svimjihøllini í Gundadali

Fyrsti dagurin í norðurlendsku svimjikappingini er av. Umframt norðurlondini luttaka eisini svimjarar úr Estlandi. Samantalda luttakaratalið er 165.

Flest kappingar í dag vann Danmark, sum streyk avstað við níggju gullkrónum. Næstflestu kappingarnar vann Noreg, sum vann sjey kappingar. Svøríki vann seks kappingar, og Finland og Føroyar vunnu hvør sína kapping.

Stevnan heldur fram í morgin, tá ið innleiðandi kappingar eru klokkan 9.30. Finalurnar eru klokkan 16.30.