Sigurin hjá Danmark í europeiska grand prixnum , sum var fyrr í mánaðinum, var ongantíð í vanda. Danmark vann bæði semifinaluna og sjálva finaluna heilt suverent og var favorittur hjá bæði dómsnevndini og hyggjarunum.
Tað sæst á atkvøðunum frá dómsnevndini og hyggjarunum í ársins Eurovision Song Contest 2013. Tølini blivu almannakunngjørd fyrr í vikuni.
Um hugt verður eftir atkvøðunum frá finalukvøldunum, so vóru bæði dómsnevndin og hyggjararnir samd um, at Danmark var best. Eisini vóru tey samd um, at Aserbadjan átti at vera á øðrum plássi. Ukraina, sum í ár endaði á einum triðja plássi, skal tó takka hyggjarunum fyri góða úrslitið, tí dómsnevndin aleina atkvøddi Ukraina á eitt sættapláss. Annarleiðis var við Svøríki. Dómsnevndin atkvøddi Svøríki á eitt triðjapláss, men var heilt niðri á einum 18. plássi hjá hyggjarunum, og endaði sostatt samanlagt á einum 14. plássi.
Tað broytir tó ikki ta fatanina, sum dómsnevnd og hyggjarar tilsamans høvdu av Eusovision Song Contest í ár. Danska Emmelie de Forrest og Only Teardrops var tann stóri vinnarin.