Danmark var heppið

21 ára gamli sýrin, sum í Týsklandi varð ákærdur fyri yvirgangsætlanir móti Keypmannahavn, varð í dag dømdur 6 ár og 6 mánaðir langa fongsulsrevsing fyri ætlanirnar. Sambært Berlingske.dk sigur týski rætturin, at atlit eru tikin til unga aldur mansins og tí er dómurin ikki longri.

 

Kortini er dómurin strangari, enn ákæruvaldið bað um. Ákæruvaldið bað um fimm ára fongsulsrevsing. Dómarin segði, at hann hevði lagt dent á, at sýrin hevði lagt neyvar ætlanir saman við øðrum, og at hann eftir øllum at døma var til reiðar at taka fleiri ósek við sær í deyðan í einum sjálvmorðsálopi.

 

Danmark var heppið, segði ákærin í málinum sambært Berlingske.dk, tá hann greiddi frá ætlanunum hjá ákærda.

 

21 ára gamli maðurin kom til Týsklands úr Sýria í 2015. Í novembur 2016 varð hann handtikin við 17.000 svávulpinnum, 17 battaríum, seks walkie-talkies, fýrverki og tveimum stórum køksknívum í taskuni.

 

Ákærdi hevur greitt frá, at hann fekk boð frá einum ókendum persóni umvegis appuna Whatsapp. Týski ákærumyndugleikin sigur, at hesin ókendi persónurin er ein 30 ára gamal limur í IS, sum er búsitandi í Malmø. Hesin kom eisini til Svøríkis úr Sýria í 2015.