Danmark var har kortini

- Vit gjørdust millum heimsins ríkastu, men tá ein tjóð er komin til ríkidømi, krevur tað styrki at umsita hetta, segði Steingrímur J. Sigfusson, íslendskur fíggjarmálaráðharri, á flokstingi hjá Tjóðveldi.

Tá Tjóðveldi helt floksting í Haraldssundi seinasta vikuskifti, hevði flokkurin bjóðað tveimum gestum at halda røðu. Annar var Rói Patursson, ið er kendur sum skald og háskúlastjóri. Hin var íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfusson.

Steingrímur greiddi frá, at hóast Íslendingar við stórum meiriluta gjørdu av at loysa frá Danmark í 1944 og skipa landið sum lýðveldi, fór Danmark ikki av landakortinum í teirra eygum fyri tann skuld.

- Danmark var har kortini, legði hann aftrat.

Hann segði, at Danmark í tíðini eftir loysingina var ein týdningarmikil handilspartur hjá Íslandi, men sum tíðin leið, gjørdust onnur norðurlond ein alsamt størri partur av handilsliga samstarvinum.

Íslendski fíggjarmálaráðharrin var stundum álvarsamur, men hann skemtaði eisini. Hann var ikki komin langt í síni røðu, tá hann tók soleiðis til:

- Er tað nakað, sum íslendingar vilja, so er tað at vinna á Danmark í hondbólti, segði hann og brosaði.

Hann vísti á, at hjá flestu londum í Evropa gekk væl at koma burtur úr fátækradøminum.

- Vit gjørdust millum heimsins ríkastu, men tá ein tjóð er komin til ríkidømi, krevur tað styrki at umsita hetta. Hjá okkum sveik politikkurin, hugburðurin gjørdist skeivur, og neonkapitalisman gjørdist ómoralsk - og kanska gjørdust sjálvar umstøðurnar okkara størsti fíggindi.

Tað segði Steingrímur J. Sigfusson, íslendskur fíggjarmálaráðharri, á flokstingi hjá Tjóðveldi.