Dreymurin livir víðari fyri Danmark í hondbóltskappingini við OL í Beijing.
Danmark haltaði aftaná so at siga allan dystin. Móti suðurkorea frøddust danskir viðmerkjarar ? hóast tapið ? um, at danska álopsspælið endiliga riggaði, sum tað skuldi. Í dystinum í dag riggaði verjan nøkurlunda væl, meðan danir í álopspartinum søplaðu óteljandi møguleikar burtur. Men tað skal eisini sigast, at teir vóru óhepnir í løtum við undarligum skotum á báðar stengurnar.
Kravið til danir í dag var ein sigur, einki minni. Men tað sá milt sagt ikki gott út tá tað nærkaðist. Kasper Hvidt hevði ikki nakran serligan dag í málinum, og tað var langt millum bjargingarnar í heimsklassa.
Aftanfyri 22-19 við fáum minuttum eftir at leika eydnaðist Danmark at berja seg upp á 23-24. Tá valdi venjarin, Ulrik Wilbek at taka málverjan og seta Joachim Boldsen inn sum eyka útileikara. Satsingin eydnaðist, tá Boldsen javnaði til 24-24 við 30 sekundum eftir á klokkuni. 10 sekundir fyri tíð vann Danmark bóltin aftur, og 3 sekund fyri tíð fingu teir fríkast.
At skora upp á eitt fríkast eftir tíð, tá mótstøðuliðið bert skal syrgja fyri at verja fyri einum skoti, er nærum ógjørligt.
Bara 20 ára gamli komandi Barcelona leikarin, Mikkel Hansen, átók sær at taka fríkastið, og eitt fantastiskt kast kombinerað við vánaligum russiskum múri førdi til, at bólturin sat sum klistraður í tríkantinum. 25-24 til Danmark.
Harvið hava danski europameistararnir framvegis møguleikan í hondbóltskappingini við OL í Beijing.










