Danmark vann og Svøríki spældi javnt

Danmark fekk eina góða byrjan og sviar vóru um reppið at gera tað sama, tá ið EM-endaspælið hjá monnum fór av bakkastakki í gjár

Danmark vann í gjár sín fyrsta dyst í EM-hondbóltskappingini hjá monnum 30-25 á Slovakia. Slovakia er mett sum tað veikasta liðið í bólki A, men í byrjanini bitu slovakar væl frá sær og vóru á odda ta fyrstu løtuna. Men so fingu danir álopsspælið at rigga betur, og tað mesta av hálvleikinum fylgdust liðini. Ta seinastu løtuna undan steðginum vóru danir tað betra liðið, og í steðginum var støðan 15-12 til Danmark.
Slovakar hingu væl í dønum í seinna hálvleiki, og tá 10 minuttir vóru eftir at spæla, var munurin framvegis trý mál. Men tað var ongantíð nakar ivi um, at danir vóru betri, og tá tíðin fór, hevði Danmark vunnið 30-25.

Vertslandið vann
Sum siður er, var heimaliðið annað liðið í setanardystinum, og hesa ferð var hann millum Serbia og Pólland. Bæði liðini byrjaðu varisliga, men sum frá leið, tóku serbar dyk á seg, og í hálvleikinum vóru teir á odda 17-11. Í seinna hálvleiki var ongantíð nakar ivi um, hvat lið var tað betra, og tá klokkan blásti dystin av, vísti máltalvan 22-18 til Serbia.
Tann fyrsti dysturin í bólki B var millum Kekkia og Týskland. Longu frá byrjanini vístu kekkar seg at vera tað sterkara liðið, men sum so ofta komu týskararnir fyri seg í seinna hálvleiki. Eitt skifti var munurin bar eitt mál, men endin varð tó, at Kekkia vann dystin 27-24.

Sviar fingu javnt
Tann seinni dysturin í bólki B var millum Svøríki og Makedonia, og aftan á nakrar sera spennandi endaminuttir endaði alt javnt 26-26. Tað vóru makedonar, sum byrjaðu best. Eitt skifti vóru teir á odda 8-4, men so vaknaðu sviar, og í hálvleikinum vóru teir á odda 14-13. Makedonar komu fyri seg eftir steðgin, men sviar hildu tørn, og tá átta minuttir vóru eftir at spæla, var støðan 25-22 til Svøríki. Men eftir eina sera spennandi løtu endaði dysturin 26-26.