Danmark vann sannførandi sigur í altjóða Melodi Grand Prixnum, sum var í Stockholm leygarkvøldið.
Brøðurnir Olsen fingu 195 stig, og tað var 40 stig fleiri enn Russland, sum var nummar 2.
Hetta er fyrsta ferðin síðani 1963, at Danmark vann hesa tónleikakappingina, sum í ár hevði um 100 milliónir hyggjarar kring Europa.
Danirnir sungu á enskum, og sangurin hja teimum var umsettur til "Fly on the Wings of love". Sigurin hevur við sær, at Danmark næsta ár er vertur fyri Melodi Grand Prixnum.