Danmark vann á meistarunum

Danmark vann tryggan sigur á heimsmeistarunum úr Spania, meðan Ísland tapti sín fyrsta dyst í millumspælinum, tá teir møttu Póllandi

Danir skutu veruliga gongd á HM-ævintýrið, tá teir møttu heimsmeistarunum úr Spania í gjárkvøldið. Danir vunnu nevniliga dystin, og hetta var samstundis teirra fyrsti sigur í millumspælinum.
Hjá Íslandi hevur gingið avbera væl í ár. Teir hava sett beina kós ímóti fjórðingsfinalunum, men í gjárkvøldið kiksaði. Eftir at hava ført mest sum allan dystin, megnaði Pólland at vinna seg fram um ímóti endanum, og nú er millumbólkur 1 púra opin.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vertirnir funnið meistaraspælið
Í millumbólki 1 er at kalla eingin munur á liðunum. Heili fýra lið liggja jøvn á fyrsta plássið við fýra stigum, og tí er enn einki avgjørt, um hvat av liðunum endar á hvørjum plássi í hesum bólkinum.
Undan dystunum í dag lá Ísland einsamalt á odda í hesum bólkinum, men soleiðis er ikki longur. Íslendingar máttu nevniliga lúta fyri einum vælkempandi pólskum liði. Ísland førdi annars stóran part av dystinum. Í fyrra hálvleiki vóru teir væl betra liðið, men teir kláraðu ongantíð veruliga at fara frá Póllandi, so íslendingar førdu bert við tveimum málum, tá liðini fóru til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki megnaði Ísland eisini at halda Pólland aftanfyri seg í eina løtu, men um miðjan hálvleikin javnaði Pólland. Eftir hetta gekk javnt á, men nú var Pólland hedur oman á. At enda vann Pólland dystin 35-33 eftir ein tættan og spennandi endaspurt, og sostatt eru teir nú á odda í millumbólki 1.
Vertirnir úr Týsklandi tykjast eisini veruliga vera komnir í gongd. Mikudagin vunnu teir tryggan sigur á Slovenia, og hósdagin gekk tað út yvir stakkals Tunesia. Týskland setti seg á dystin frá fyrsta bríksli, og Tunesia var ongantíð nær við at vinna dystin. Til tess vóru týskararnir alt ov góðir.
Týskland førdið longu í hálvleikinum við heili átta málum, og sostatt slappaðu teir eitt sindur meir av í seinna hálvleiki. At enda vann Týskland við sjey málum, og teir hava nú funnið meistaraspælið frma í røttu løtu.
Í síðsta dystinum í bólkinum spældu favorittarnir úr Fraklandi ímóti Slovenia. Her var so slett eingin ivi um úrslitið. Franskmenn førud við heili átta málum í hálvleikinum, og tá var dysturin longu avgjørdur. Í seinna hálvleiki øktu teir enn meir um leiðsluna, og at enda vunnu teir við heili 14 málum, og nú eru teir byrjaðir at vísa tað spælið, sum fólk vænta av fronsku favorittunum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fantastiskt verjuspæl frá dønum
Hósdagur var eisini dagurin, har danir veruliga fingu gongd á teirra HM-endaspæl. Undan dystinum ímóti Spania hevði Danmark havt stórar trupulleikar við at fáa spælið at koyra, men ímóti Spania gekk endiliga eftir ætlan.
Danmark setti seg á dystin frá fyrsta bríkslið, og teir førdu mest sum allan vegin. Í hálvleikinum høvdu teir vunnið sær eina trygga fýra mála leiðslu, og serliga verjan hjá Danmark stóð ótrúliga væl, og hon fekk spaniólar til at gera fleir feilir í dystinum. Í seinna hálvleiki var Spania nær við at fáa Danmark aftur í byrjanini, tá Danmark bleiv rakt av tveimum útvísingum, men eftir hetta var eingin veruligur vandi á ferð. Verjan og ein vælleikandi Joachim Boldsen í álopinum førdu Danmark til sigurs, og eisini mótálopini vístu seg at rigga avbera væl henda dagin. At enda vann Danmark ein 27-23, og sostatt fingu teir síni fyrstu stig í millumbólki 2.
Kroatia megnaði eisini at vinna enn einaferð, og teir eru nú einasta ósigraða liðið, sum er eftir í kappingini. Hósdagin spældu teir ímóti Ungarn, og enn einaferð vístu kroatarnir spæl á sera høgum støði. Fyrstu løtuna fylgdust liðini væl at, men seinna partin av fyrra hálvleiki megnaði Kroatia at leggja seg á odda við 4 málum. Hesa leiðslu bara øktu teir um í seinna hálvleiki, og teir vunnu eisini ein tryggan 25-18 sigur.
Í sísðta dystinum í bólkinum megnaði Russland at vinna á Kekkia. Russland var betra liðið so at siga allan dystin, og 30-26 sigurin var fult uppiborin. Við sigrinum halda teir fast í vónini um at røkka til fjórðingsfinalurnar, meðan teir sendu Kekkia út í myrkrið. Við ósigrinum hevur Kekkia so at siga ongan møguleika at koma víðari.