Danmark vann landsdystin 5-0

Danska landsliðið í styrki vann 5-0 í landsdystinum móti Føroyum, sum var í Vági.

Tað eydnaðist ikki Boga Hammer og Bjarna Nielsen at vinna nakað stig, hóast teir vóru ótrúliga nær við. Eini 300 til 400 áskoðarar vóru í høllin í Vági til landsdystin, sum er tann næsti millum londini. Danmark hevur vunnið báðar.

Gongdin

Fyrsta disiplinin kallast Farmers Walk, har tað ræður um at bera tvey 135 kilo tung lodd 20 metrar skjótast tilber. Danir vunnu við tíðini 7,25 sekund, meðan føroyingurin brúti 8,44 sekund.
Síðani skuldu rulla eitt dekk átta ferðir runt, sum vigaði 420 kilo. Danir brúktu 38,41 sekund, meðan føroyingar brúktu 39,66 sekund.
Triðja disiplinin var at halda tveimum oljutunnum uppfrá, sum vigaðu 170 kilo hvør. Hetta megnaðu danir í 46,12 sekund, meðan føroyingar kláraðu 43,44 sekund.
Tað eydnaðist heldur ikki føroyingunum at vinna tvær tær seinastu disiplinirnar í landsdystinum móti dønum.
Næstseinasta disiplinin var Power Stairs, har trý 200 kilo lodd skuldu berast upp seks trapputrin, og har vóru danir væl framman fyri.
Seinasta disiplinin var, at lyfta fimm tungar steinar upp á plattar, og har stríddist føroyski luttakarin góða løtu við at fáa seinasta steinin upp á plattarnar, soleiðis at danir vunnu tryggan sigur.
Dagurin endaði við, at luttakararnir skudu royna at lyfta høv, har tað tyngsta var eitt 292 kilo tungt hav úr Sumba. Men tað kvaklaði eingin av luttakarunum.
Úrslitið av landsdystinum var so ein 5-0 sigur til danir.
Her hava teir sterku menninir fingið heiðursmerki eftir kappingina í Vági. Frá vinstru eru teir Nicolaj hansen úr Danmark, Bjarni Nielsen úr Føroyum, Mikkel Leicht úr Danmark og Bogi Hammer úr Føroyum.

Tætt við

Bogi Hammer metir ikki, at munurin var 5-0, tí í fýra av disiplininum var munurin minni enn eitt sekund.
- Eg kann sjálvandi bara tosa fyri meg sjálvan, men í tveimum teimum fyrstu disiplinunum var eg minni enn eitt sekund aftanfyri danskaran. Tað saman var Bjarni Nielsen, sigur Bogi Hammer, sum er nøkunlund nøgdur við tiltakið í Suðri.
Hann leggur afturat, at hetta er neyvan seinastu ferð, at landsdystur verður millum hesu bæði londini.