Við trimum málum aftanfyri í hálvleikinum (13-10), vístu danir ein heilt óhoyrdan stríðsvilja og kempaðu seg aftur í dystin, sum teir móti endanum vunnu við einum máli, 26-25.
Avgerðin kom ikki fyrr enn tað restaðu bert trý sekund. Tá fekk strikuspælarin, Michael V. Knudsen, tillutað eitt brotskast, og Lars Christiansen, ið brendi sítt fyrsta brotskast í kappingini, kundi so í dag skora sítt tjúgunda brotskast á rað, og harvið tryggja dønum ein sess í finaluni í morgin.
Í finaluni møta teir Kroatia, ið teir fyrr í kappingini bangaðu sundur og saman. Men tað er givið, at tað er ein heilt nýggjur dystur í morgin, ið als ikki kann sammetast við tann fyrra, landana millum.
Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer fram í morgin. Sjónvarp Føroya sendir beinleiðis frá finaludystinum í morgin, og sendingin byrjar klokkan 14:50










