Danski málverjin, Christina Pedersen sum spælir við í sínum fyrsta endaspælið, sum A-landsliðsspælari bjargaði Danmark bæði stigini í evstu løtu, tá hon stórbjargaði. Danmark vann 24-23 á Fraklandi, og ungi málverjin, sum bert er annað val í FCK Håndbold, aftanfyri norsku Cecilie Leanger, diskaði upp við bjargingum, undir øllum dystinum. Christina Pedersen helt veruliga Danmark inni í dystinum. Í hálvleikinum førdu fronsku kvinnurnar 13-10. Ein annar danskur debutantur, Gitte Aaen stóð eisini sterk í myndini. Hon skoraði 7 mál í 7 royndum. Teir royndu spælarnir hjá Danmark kunnu ikki verða eins nøgdar við sítt avrik í kvøld. Danmark vardi betur í 2. hálvleiki, og loyvdu finsku dómarnir tær donsku at fara heilt til strikuna. Men Pytlick kann fegnast um fyrsta sigurin hjá Danmark í einum endaspæli, síðani EM í 2006.
Norsku kvinnurnar førdu 21-20 ímóti Spania í síðstu løtu, og tær vóru í undirtali. Við støðuna 21-20 valdi norski venjarin, Marit Breivik at taka norska málverjan út, so Noreg kundi spæla 6 útispælarar ímóti 6 útispælarum. Tað eydnaðist teimum sponsku at bróta álopið hjá Noregi, og Andrea Barno slapp at javna til endaliga úrslitið 21-21. Frode Scheie hjá norska TV2 varð rættiliga ørgur inn á Marit Breivik, at hon ikki tók Time-Out, og at hon tók málverjan út. Scheie helt, at Breivik gekk bara við Time-Out kortinum, uttan at vita, hvat hon skuldi brúka tað til. Í bólkinum hjá Noreg vann Ukraina 38-24 á Portugal. Í bólkinum hjá Danmark vann Rumenia 27-21 á Ungarn.