Tað sigur danski landsliðsvenjarin, Jesper Jensen, nú EM endaspælið í hondbólti hjá kvinnum byrjar í Basel í Sveis í morgin.
Hann vísir á, at hóast Danmark tapti bronsudystin ímóti Kroatia seinast, so heldur hann, at danska liðið hevur vunnið seg fram síðani tá.
– Men byrjunardystir eru altíð truplir, og dysturin ímóti Kroatia er tann mest spennandi dysturin, men vit mugu vinna restina av dystunum, sigur danski strikuspælarin, Sarah Iversen við Ritzau tíðindastovuna.
Danmark er í bólki við Kroatia, Sveis og Føroyum.
– Kroatia hevur víst seg at vera ein torførur biti hjá Danmark, sum bronsudysturin í 2020 vísti. Men eg haldi tó, at vit hava tikið okkum fram síðani tá, og summa summarum mugu vit siga, at talan er um eitt gott bólkaspæl fyri okkum, sigur Jesper Jensen.
Sveis er eitt lið í menning, men enn eitt ungt lið í altjóða høpi, og Føroyar eru EM-debutantar. So hóast bæði eru framúr hondbóltslið, so viðurkenna danir seg sum greiðan favoritt í bólkinum.
- Á pappírinum skulu vit ikki hava nakrar stórvegis trupulleikar, og eg vóni, at vit koma víðari við fullum stigatali. Vit skulu ikki yvirprestera frá byrjan, men sjálvandi skulu vit vera púra klárar, sigur roynda Anne Mette Hansen.
Føroyar og Sveis møtast í morgin klokkan 17. Danmark og Kroatia møtast í morgin klokkan 19:30.
/Ritzau/