Danmark víðari, Noreg er úti

Endaligu úrslitini í HM-millumspælinum :

 

Bólkur 1 :

 

Kroatia-Frakland 22-19

Svøríki-Slovakia 27-26

Ungarn-Suðurkorea 28-27

 

Endaliga støðan :

 

Kroatia 5 5 0 0 137 - 118 10

Frakland 5 4 0 1 139 - 112 8

Ungarn 5 2 1 2 127 - 135 5

Svøríki 5 2 0 3 135 - 140 4

Slovakia 5 1 1 3 124 - 137 3

Suður-Korea 5 0 0 5 119 - 139 0

 

Úrslitini í bólki 2 :

 

Noreg-Pólland 30-31

Danmark-Týskland 27-25

Makedonia-Serbia 28-32

 

Endaliga støðan :

 

Danmark 5 4 0 1 156 - 145 8

Pólland 5 3 0 2 150 - 141 6

Týskland 5 2 1 2 147 - 133 5

Serbia 5 2 1 2 153 - 161 5

Noreg 5 2 0 3 138 - 141 4

Makedonia 5 1 0 4 132 - 155 2

 

Noreg gjørdist partur av einum minniligum og dramatiskum dysti, sum tíverri ikki fall til teirra fyrimun. Tá 14 sekund vóru eftir var støðan 30-30. Noreg var í álopsstøðu, og venjarin, Robert Hedin valdi at taka málverjan út, og at brúka Kristian Kjelling sum sjeynda útispælaran. Men eins og í síðstu løtu ímóti Serbia, so vóru norðmenn ikki nóg kaldir, og teir spældu bóltin í hendurnar á Artur Siodmiak hjá Póllandi, sum læt bóltin sigla í einum beinum boga inn í tað norska málið. Bólturin sat, klokkan vísti 59:57, og allar tær norsku vónirnar vóru brostnar, og norðmennirnir grótu.

 

Danmark er nú norðurlendska vónin. Teir vunnu ein spennandi dyst við 27-25 yvir týsku grannunum. Støðan i hálvleikinum var javnleikur 14-14. Talan var um ein sannan arbeiðssigur. Danmark møtir Fraklandi í hálvfinaluni. Pólland møtir Kroatia.