Íkvøld varð avgjørt, hvør er komin í finaluna.
Við sanginum Øve På Hinanden fór Fyr og Flamme seinast á pall av teim 17 í seinnu hálvfinaluni. Men tað eydnaðist ikki Danmark at koma víðari og millum tey 26 londini sum eru í finaluni.
Hetta er fyrstuferð síðani 2016, at Danmark ikki er í finaluni.
Ísland kom í kvøld víðari og tað gjørdi Finnland eisini.
Vegna koronasmittu var Ísland ikki á palli í kvøld, men kom víðari hóast hetta.
Í fyrra undanumfarinum eydnaðist tað bæði Noreg og Svøríki at fáa pláss í finaluni, sum verður leygardagin.