Danmark umhugsar at senda Ukraina stríðsflogfør

- Hetta er eitt stórt ynski hjá Ukraina, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri.

 

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederikse, sigur við danska Tv2, at Danmark umhugsar at senda Ukraina stríðsflogfør.

 

Útsøgnin hjá danska forsætisráðharranum kemur eftir, at Pólland hevur gjørt av at senda fýra MiG-29 stríðsflogfør til krígsherjaða landið.

 

Tað vóru tíðindastovurnar, Reuters og AFP, sum bóru tíðindini úr Póllandi.

 

- Hetta er nakað, vit longu umrøða saman við okkara sameindu, og hetta er eitt stórt ynski hjá Ukraina, sigur Mette Frederiksen við sjónvarpsrásina.