- Hetta er ársins dystur fyri føroyska liðið, sigur danski U-21 landsliðsvenjarin, Morten Wieghorst. U-21 landsliðini hjá Føroyum og Danmark bresta saman í Aalborg dag í EM undankappingini.
- Eg havi sæð Føroyar spælt móti Norðurírlandi bæði á útivølli og heimavølli. Vit vita eisini væl, at hetta helst er ársins dystur fyri føroyska liðið, á útivølli og ímóti Danmark enntá, sigur Morthen Wieghorst.
- Eg eri tí greiður yvir, at vit ikki skulu undirmeta føroyska U-21 landsliðið, sigur Morten Wieghorst víðari við DBU heimasíðuna.
U-21 landsliðsdysturin millum Danmark og Føroyar byrjar klokkan 17.00 føroyaska tíð og verður spældur í Aalborg. Dysturin verður vístur á TV2 Sport.