Danmark á TV3

Nú verður høvi hjá nógvum føroyingum at fylgja við í, hvussu tað fer at hilnast hjá Danmark, tá ið danir skulu royna at spæla seg í HM endaspælið

Tað er nógv av fótbólti at síggja í sjónvarpinum. Men tað er ikki altíð, at tað ber til at síggja tað, sum størstur áhugi er fyri. Eitt nú hevur tað millum nógvar fótbóltshugaðar føroyingar kenst harmuligt, at tað ikki hevur borið til at fylgja danska landsliðnum.
Nú verða vánirnar betri fyri hesum. Tað verður framvegis soleiðis, at tað bara vera tey, sum síggja TV2, sum fara at síggja heimadystirnar hjá Danmark. Tey, sum hava Televarpið, fara nú at síggja útidystirnar hjá Danmark. Tað er greitt, at TV3 ella TV3+ fara at vísa útidystirnar ímóti Albania, Georgia, Ukreina, Turkalandi og Kasakhstan. TV3 er enn í samráðingum fyri at sleppa at vísa útidystin ímóti europameistarunum úr Grikkalandi.
Fyrsti útidysturin hjá Danmark verður í Albania 9. oktober, og tann næsti verður í Georgia 17. november. Hinir dystirnir verða spældir næsta ár.
Frammanundan nýggja sáttmálanum var greitt, at TV3 og TV3+ fara at vísa heimadystirnar hjá Onglandi og Svøríki.