Í august verða olympisku leikirnir hildnir í Rio de Janeiro í Brasilia. Sum vanligt er, so luttekur danska hondbóltslandsliðið hjá monnum í kappingini, og í dag er danski bruttohópurin til kappingina blivin úttikin.
Føroyski Jóhan á Plógv Hansen var við á danska U21-landsliðnum, sum í fjør vann silvur í heimsmeistarakappingini fyri U21-landslið. Íslendski landsliðvenjarin hjá Danmark, Guðmundur Guðmundsson, heldur tó framvegis, at Jóhan á Plógv er ov ungur og grønur til A-landsliðið, tí at føroyski høgri vongurin er ikki ímillum teir 28, sum eru úttiknir til bruttohópin, ið seinni skal skerast niður til 15 leikarar.
Danmark spælir sín fyrsta dyst í OL 7. august ímóti Argentina.
Bruttohópurin hjá dønum sæst niðanfyri:
Málverjar:
Niklas Landin, THW Kiel
Jannick Green, Magdeburg
Kevin Møller, Flensburg-Handewitt
Søren Rasmussen, Bjerringbro-Silkeborg
Vengur:
Lasse Svan Hansen, Flensburg-Handewitt
Hans Lindberg, Füchse Berlin
Patrick Wiesmach, Aalborg Håndbold
Casper U. Mortensen, Hannover-Burgdorf
Anders Eggert, Flensburg-Handewitt
Magnus Landin, KIF Kolding København
Strikur:
Henrik Toft Hansen, Flensburg-Handewitt
Jesper Nøddesbo, FC Barcelona
Alexander Lynggaard, St. Raphael Var
Anders Zachariassen, Flensburg-Handewitt
Rene Toft Hansen, THW Kiel
Jacob Bagersted, Magdeburg
Playmakarar og bakkar:
Morten Olsen, Hannover-Burgdorf
Mads Mensah Larsen, Rhein-Neckar Löwen
Bo Spellerberg, KIF Kolding København
Allan Damgaard, Bjerringbro-Silkeborg
Mikkel Hansen, PSG
Lasse Andersson, FC Barcelona
Michael Damgaard, Magdeburg
Henrik Møllgaard, PSG
Nikolaj Markussen, Bjerringbro-Silkeborg
Frederik Kiehn Clausen, GOG
Mads Christiansen, Magdeburg
Kasper Søndergaard, Skjern