Danmark: Tríggir persónar ákærdir eftir skottilburð

Verða ákærdir fyri drápsroynd

Danska løgreglan hevur handtikið tríggjar persónar, ið er undir illgruna fyri at hava tikið lut í skottilburðinum í gjárkvøldið, tá fleiri skot raktu ein sivilan løgreglubil, ið var staddur í Mjølnerparken. Tað upplýsir Danmark Radio í dag.


- Teir steðgaðu eitt bil og skutu móti sivila løgreglubilinum og koyrdu síðan avstað, boðaði løgreglan frá í einum tíðindaskrivi í gjár. Sambært DR, so raktu fimm skot bilin, men ongin løgreglumaður fekk nakað mein.


Teir tríggir persónarnir verða ákærdir fyri drápsroynd, men sambært DR, so er tað ógreitt, um teir ákærdu yvirhøvur vistu av, at talan var um ein løgreglubil, ið teir skutu eftir.


TV2 veit at siga, at persónarnir, ið allir hava tilknýti til bandan Loyal to Familia, ið er partur av bandastríðnum, ið hevur herjað danska høvuðsstaðnum seinastu mánaðirnar, vórðu handtiknir í Østerbro í gjárkvøldið.