Danmark tapti avgerandi dyst

Danmark fær einki stig við sær í milumumfarið í EM-kappingini í manshondbólti. Danmark tapti í gjárkvøldið 26-27 ímóti Póllandi, eftir at danir vóru á odda við fýra málum, 14-10, í steðginum.

Liðini fylgdust tað mesta av fyrra hálvleiki, men tá umleið 20 minuttir vóru farnir, fóru danir frá póllendingum og komu upp á 13-9 og 14-10. Danir varðveittu somu leiðsluna teir fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, men so fór munurin at minka, og tá 12 minuttir vóru eftir at spæla, stóð á jøvnum 21-21. So fylgdust liðini aftur, og tá hálvur annar minuttur var eftir, fór Pólland framum 26-25, og tá tíðin fór, hevði Pólland vunnið 27-26.

At danir ikki megnaðu at varðveita leiðsluna komst í høvuðsheitum av, at teir brendu fleiri upplagdar málmøguleikar. Donsku viðmerkjararnir eru á einum máli um, at møguleikarnir hjá dønum í kappingini minkaðu munandi við úrslitinum ímóti Póllandi. Úrslitið ber í sær, at úr bólkinum fara Serbia og Pólland fer víðari við ávikavist fýra og tveimum stigum, meðan Danmark fær einki stig við sær.