? Vit koma við friði, ugh!
Oddamaðurin í TV2, Steffen Brandt, kundi ikki lata vera.
Hann tók stríðið, sum hevur verið millum føroyskar og danskarar politikarar farnu tíðina, til viðgerðar á sín serstaka hátt.
Eina ferð undir konsertini læs hann eina heilsan frá tí danska fólkinum, og hon snúði seg um, at »vit mugu hjálpa hvørjum øðrum«.
Og tá danski popparin hevði lisið sína heilsan, helt hann, at tað var hóskandi at spæla sangin: Det? Danmark når det? bedst...
Og so fingu teir einans 700 áskoðararnir Danmark, tá tað er best. Tryggan, skemtiliga og væl spældan popp. Eina røð av kendum sangunum og eina serliga heilsan til teir veruligu fjeppararnar, tá teir spældu sangir sum Natradio og Rejsen til Rio.
Kvinnur sum so
Føroyski bólkurin, All That Rain, legði fyri, og teir tríggir tónleikararnir, sum eru betri kendir undir navninum Kjølar, spældu í sínum vanliga sannførandi stíli. Rocktónleikur við ans fyri tí góða lagnum og við ferð á.
Og eftir at at sangurin um Bornholm (ein gamal danskur sangur, sum TV2 byrjar sínar konsertir við) hevði ljómað úr hátalarunum, komu teir fýra í TV2 á pallin, og teir løgdu fyri við trimum sangum av frálíku útgávuni um Heimsins eydnusamasta mann.
Fyrst var tað Kærligheden overvinder alt, síðan sangurin, sum snýr seg um kvinnur sum so og tá Det er samfundets skyld varð spældur, mundi hvør einasti knokkur í høllini verða førur fyri at syngja liva við.
TV2 spældi nógvar av sínum kendastu sangum. Teir spældu Verdens lykkeligste mand, Kys Bruden, Line Jørgensen Voldum og Be Babalula.
Men tað snúði seg ikki bara um at spæla tey mest kendu sangirnar hjá bólkinum.
Ein góð blanding
Á tíðindafundinum, sum var fríggjamorgunin, segði manningin í TV2, at teir ætlaðu at vísa føroyingum, at teir høvdu gjørt tónleik, síðani teir vóru her seinast í 1992.
Men teir løgdu dent á, at teir altíð spæla teir sangirnar, sum teir hava hug til. Og tað skuldi skiljast sum, at hittini frá 80?unum á ongan hátt vóru gloymd.
Og soleiðis var eisini við konsertini. Tað gjørdist ein blanding av eldri og yngri sangum, og so var neyvan nakar keddur av, at teir løgdu vera við at spæla miseydnaða, modernaða R&B-sangin Yndlingsbabe, sum er tittulsangurin á nýggjastu fløguni hjá teimum.
TV2 spældi eisini nakrar av teimum sangunum, sum meira er fyri fjepparar enn kenningar. Frálíki Rejsen til Rio fekk uppiborna spælitíð so soleiðis var eisini við Det mørke Jylland og Natradio.
Teir blástu eisini
Saman við teimum fýra høvuðslimunum í bólkinum vóru blásarar eisini við á pallinum, og tað riggaði framúr væl hjá teimum at fáa hornini við í tónleikin á ein natúrligan hátt.
Og sum heild var talan um høgt tónleikaligt støði. Ljóðið var sera gott alla tíðina, teir høvdu ikki serliga hart frá, men tað ljóðaði væl, og teir fýra limirnir í bólkinum, sum hava spælt so leingi saman, vístu eisini, at teir eru samanspældir.
Onkuntíð var tað helst auto-piloturin, sum varð sligin til, men tað var sannførandi og undirhaldandi alla tíðina.
Maðurin í miðjuni var Steffen Brandt. Tað er hann, sum meira enn nakar annar myndar TV2. Hann skrivar tónleikin og yrkingarnar, og hann hevur gjørt tað til ein av sínum specialitetum at koma við gullkornum millum sangirnar. Tað kláraði hann eisini í kjalarvørrinum á tí, sum fór fram í Keypmannahavn fyri 10 døgum síðani.
Skjótt aftur
Tá TV2 hevði verið á pallinum í eini fimm korter, takkaðu teir fyri seg. Men sjálvandi var bæði pláss fyri og hugur til tveir eykasangir.
Og tá teir so komu á pallin aftur spældu teir Der går min klasselærer, áðrenn teir settu punktum við gamla hittinum Bag duggede ruder.
90 minuttir og so var liðugt.
Eftir loknan leik segði Steffen Brandt seg vera nøgdan við konsertina. Hann helt tað var passaligt av fólki, og lívið var gott.
Og so helt hann, at tað kundi blíva enn betri næstu ferð, teir koma til Føroya at spæla.
Og tey 700 á konsertini hesaferð munnu neyvan hava nakað ímóti, at TV2 vitjar skjótt aftur hendanvegin.
Tað er jú Danmark, tá tað er best...









