Danmark styðjar burðardygga hvalaveiði

Danmark tekur undir við vísindaligari, burðardyggari hvalaveiði. Tað staðfesti Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, aftan á fund í umhvørvisnevndini hjá Fólkatinginum fyrrapartin.

-Eftir mínum tykki er stórur meiriluti fyri, at vit taka undir við vísindaligari hvalaveiði, sum tryggjar burðardygd, segði uttanríkisráðharrin aftan á fundin.

Tað var grønlendski fólkatingslimurin Sofia Rossen, sum hevði biðið um fundin, tí hon vildi hava uttanríkisráðharran at staðfesta, at Danmark styðjar burðardygga hvalaveiði. Og tað staðfesti ráðharrin.