Danmark stuðlar tiltøkum

Sambært tíðindastovuni AFP stuðlar danska stjórnin ES í makrelmálinum og tiltøkum móti føroyingum. Føroyar og Ísland eru ikki beinleiðis nevnd í uppskotinum, sum ES arbeiðir við, har revsitiltøk kunnu setast í verk móti londum sum ikki fiska burðardygt.

Hetta veit tíðindastovan AFP, ið hevur sæð grundarlagið fyri uppskotinum.

Skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lochead, sigur við AFP, at frá skotskari síðu er her talan um tiltøk, sum skotar meta passa sera væl í stríðnum móti Føroyum og Íslandi í makrelmálinum.

AFP veit eisini sambært íslendska Morgunblaðnum at siga, at umframt bretar, so fær uppskotið hjá ES-fiskimálaráðharranum, Maria Damanaki um revsitiltøk, eisini stuðul frá stjórnunum í Fraklandi, Týsklandi og Danmark.

- Við øðrum orðum hevur danska stjórnin valt at stuðla tiltøkum sum skulu noyða føroyingar og íslendarar til at gera, sum ES og Noreg krevja í makrelmálinum, skrivar kringvarp.fo.