Danmark: Stjørnur og debutantar á liðnum

Føroyar-Danmark: Schmeichel, Eriksen og Braithwaite blandaðir við trimum debutantum

Kasper Hjulmand, landsliðsvenjari hjá Danmark, hevur sett sítt lið, sum skal dystast við Føroyar í dag. Millum spælararnar eru kendir menn sum Kasper Schmeichel úr Leicester City, Christian Eriksen úr Inter Milan og Martin Braithwaite úr FC Barcelona.

Danski landsliðsvenjarin hevur eisini gjørt pláss fyri trimum debutantum. Teir eru Philip Billing, Andreas Skov Olsen og Mathias Jensen. Her eru teir ellivu, sum Kasper Hjulmand hevur valt.

Danmark (4-3-3): Kasper Schmeichel – Henrik Dalsgaard, Jannik Vestergaard, Mathias Zanka, Joakim Mæhle – Mathias Jensen, Christian Eriksen, Philip Billing – Andreas Skov Olsen, Andreas Cornelius, Martin Braithwaite

Føroyar (4-4-2): Teitur M. Gestsson – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð - Andreas Lava Olsen, Patrik Johannesen

FM1 og In.fo fylgja dystinum. FM1 byrjar at senda klokkan 16.