Danmark steingir: Allir næmingar og øll almenn starvsfólk skulu heim

Hetta verður ein smeitur fyri alt danska samfelagið, men hetta er alneyðugt, sigur Mette Frederiksen.

Nú verða sera víðgongd stig tikin fyri at fyribyrgja coronavirus í Danmark. Mette Frederiksen, forsætisfrúa, hevur á tíðindafundi júst kunngjørt stigini, sum verða tikin.

Næmingar og lesandi í øllum landinum verða send heim fríggjadagin og tvær vikur fram.

Allir skúlar og øll dagtilboð steingjast mánadagin 16. mars og tvær vikur fram.

Øll innandura mentanarstøð sum eitt nú bókasøvn steingja fríggjadagin og tvær vikur fram. Somuleiðis verða trúðarsamfeløg og aðrir privatir felagsskapir mæltir til at steingja.

Øll starvsfólk í tí almenna, undantikið nøkur týdningarmikil størv, verða send heim eisini. Tey, sum ikki kunnu sendast heim, eru starvsfólk á eldraøkinum, heilsuverkinum og tilbúgvingini.

Mælt verður samstundis til, at privatir arbeiðsgevarar lata fólk arbeiða heimanífrá.

Skeinkistøð og barrir skulu eisini steingja komandi tíðina.

Higartil hevur tilmælið verið soleiðis, at øll innandura tiltøk við meira enn 1000 fólkum skulu avlýsast. Men nú verður tað talið broytt til 100, soleiðis at eingi tiltøk vera við fleiri enn 100 fólkum. Arbeitt verður við einari lóggávu, sum ger tað ólógligt at hava tiltøk við fleiri enn 100 luttakarum.

Mette Frederiksen sigur, at hesi stigini eru neyðug at taka fyri at fyribyrgja útbrieðslu av sjúkuni. Hon vísti á, at hetta verður sera tungt fyri danska samfelagið, og summi fólk fara at missa sítt arbeiði. Men tað er neyðugt at standa saman, segði hon.

Í løtuni eru 514 fólk smittað við coronavirus í Danmark.