Danmark størsta skattatrýstið

Danmark hevur tað størsta skattatrýstið í ES. Tann seinasta uppgerðin, sum hagstovan hjá ES, Eurostat, hevur gjørt, er fyri 2011, og eftir henni var skattatrýstið í Danmark 47,7 prosent tað árið.

Á teimum næstu plássunum eru Svøríki, Belgia, Frakland, Finnland, Italia og Eysturríki. Í hesum londunum er skattatrýstið millum 42 og 44 prosent.

Tað lægsta skattatrýstið er í Litava, har tað er 26 prosent. Bulgaria, Rumenia, Letland, Slovakia og Írland liggja beint omanfyri við einum skattatrýsti millum 27 og 29 prosent.

Í meðal var skattatrýstið í ES 38,8 årosent í 2011. Árið fyri var tað 38,3 prosent.

Danska meirvirðisgjaldið, sum er 25 prosent, er eisini tað hægsta í ES.