Danmark spældi sær av við EM-endaspælið

Fyri at røkka EM-endaspælinum var sigur eitt krav hjá Danmark í kvøld, tá ið Spania var á vitjan. Danir høvdu góðar vónir til dystin, serliga tí spanska liðið mátti vera David Villa, Carles Puyol og Fernando Torres fyri uttan.

Danska miðverjan var eisini skerd, og hetta kom at kosta liðnum dýrt, har Ulrik og Martin Laursen spældu. Serliga Ulrik hevði stórar plaseringstrupulleikar, og hetta var atvoldin til fyrsta málið, sum Raul Tamudo skallaði í netið.

Í 40. minutti økti Sergio Ramos, tá ið hann átti síðsta fótin á einum væl spældum álopi, har danska liðið varð fullkomiliga spælt sundur.

 

Danir stríddust væl í seinna hálvleiki, og teir minkaðu um munin tríggjar minuttir fyri tíð, tá ið Jon Dahl Tomasson var framvið. Men longu tveir minuttir seinni sløkti Albert Riera donsku EM-vónirnar, eftir hann setti eitt frálíkt langskot í netið.

 

Skal Danmark røkka EM, er krav at teir vinna allir dystirnar, ið eftir eru ímóti Letlandi, Norðurírlandi og Íslandi, samstundis við at Spania skal tapa sínar dystir ímóti Svøríki og Norðurírlandi.