Danmark sligið í gólvið

Størsta sensatiónin í EM endaspælinum higartil var tað, tá ið Tjekkia vann ímóti Danmark

At bólturin framvegis er rundur – ikki minst í hondbólti – varð staðfest í kvøld, tá ið Tjekkia í innleiðandi umfarinum í EM endaspælinum í hondbólti vann 28-27 ímóti Danmark.

Tjekkia legði leygarkvøldið rygg til seytjan mála tap ímóti Spania, sum Danmark skal spæla ímóti mikukvøldið.

 

Danir eru fullkomuliga slignir á nevið, tí tað varð roknað at vera mest sum givið, at Danmark fór at vinna ímóti Tjekka, sum við sigrinum syrgdi fyri størstu sensatiónini higartil í kappingini og einum av mest óvæntaðu úrslitunum í endaspæli í hondbólti yvirhøvur.

Um Danmark mikukvøldið tapir ímóti Spania, er tað møguleiki fyri, at Danmark verður varpað úr kappingini, áðrenn tað verður farið undir millumumfarið.

Fyrr í kvøld vann Spania 27-25 ímóti Ungarn. Harvið er tað framvegis møguleiki fyri, at Danmark – við sigri ímóti Spania – kann vinna innleiðandi bólkin.

 

Týskland varð roknað at vera stórur favorittur ímóti Slovena, men tað endaði 25-25. Slovenia var frammanfyri 25-24, og slovenar fegnaðust um sigurin, men reytt kort í síðsta sekundi bar við sær, at Týskland fekk brotskast í hinum endanum, og so endaði tað javnt.

Makedonia vann uppgerðina á Balkan ímóti Montenegro 28-27.

Týskland og Makedonia hava tryggjað sær pláss í millumumfarinum, meðan Slovenia og Montenegro mikukvøldið í innanhýsis uppgerð fara at kappast um, hvat av londunum skal halda fram í kappingini.

 

Úrslit í kvøld

Bólkur C

Slovenia - Týskland 25-25

Montenegro - Makedonia 28-29

 

Makedonia

2

2

0

0

54-52

4

Týskland

2

1

1

0

57-44

3

Slovenia

2

0

1

1

49-50

1

Montenegro

2

0

0

2

47-61

0

 

Bólkur D

Ungarn - Spania 25-27

Tjekkia - Danmark 28-27

 

Spania

2

2

0

0

59-40

4

Tjekkia

2

1

0

1

43-59

2

Danmark

2

1

0

1

59-53

2

Ungarn

2

0

0

2

50-59

0