Danska stjórnin er givin við royndunum at fáa eina avtalu á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn. Tað skrivar Berlingske Tidende. Ein donsk samráðingarkelda sigur við DR, at tað eydnaðist ikki danska formansskapinum at fáa nóg stóra undirtøku fyri einum neyðsemjuuppskoti, sum Danmark ætlaði at leggja fram.
Tí hevur formansskapurin slept endanum og er givin við royndunum at fáa eina avtalu, sigur keldan.
Sambært DR eru tað nú bara tey stóru londini, sum kunnu fáa gond á samráðingarnar, so nakað kann koma burturúr.









