Danmark sleppur undan Ljungbjerg

Leygardagin spæla Danmark og Svøríki týðandi EM-dyst í fótbólti. Kravið til Danmark er ein sigur, og møguleikin fyri tí er kanska vaksin eitt vet, nú ein av bestu spælarunum hjá Svøríki hevur givið avboð til dystin. Fredrik Ljungbjerg, ið spælir fyri enska felagið West Ham, hevur fingið ein skaða í lærkrikan, og hann fær ikki spælt ímóti Danmark leygardagin.