Danmark sleppur møguliga til EM

Gøla í armenskum fótbólti kann møguliga tryggja Danmark luttøku í EM-endaspælinum.

Danmark reyk úr EM í playoff-dystunum ímóti Svøríki, men nú vísir tað seg, at Danmark møguliga sleppur við til EM-endaspælið hóast alt. Ein gøla er ávegis undan kavi í armenskum fótbólti, tí illgruni er um, at Armenia tilætlað lat seg tapa ein avgerandi dyst í EM-bólkaspælinum.


Albania vann avgerandi dystin ímóti Armenia í bólkinum, har Danmark var í. Danmark hevði tørv á hjálp frá Armenia, men dysturin endaði við tryggum 3-0-sigri til Albania. Okkurt bendir tó á, at alt ikki fór fram eftir bókini.


- Viðvíkjandi dystinum ímóti Albania, so eri eg vísur í, at tað varð framt svik í dystinum. Um vit so høvdu havt heimsins besta venjara á beinkinum, so hevði úrslitið verið tað sama, sigur forsetin í armenska fótbóltssambandinum, Ruben Hayrapetyan, við Armenia Now.


Enn eru eingin prógv funnin, men leysasøgur ganga um, at nakrir verjuspælarar og málverjin hjá Armenia vóru partur av avtalaðum spæli. Leysasøgurnar siga, at teir hava fingið umleið fýra milliónir krónur fyri at tilætlað royna at tapa dystin.


UEFA sigur, at allir dystir verða kannaðir fyri avtalað spæl, og finst okkurt illgrunasamt, so verður ein nærmari kanning sett í verk. Evropeiska fótbóltssamgongan vil tó ikki avdúka hvør fær plássið, um úrslitið av bólkinum verður broytt, men Danmark kann vera eitt av teimum.