Danmark skoraði í síðstu løtu móti Finnlandi

Pierre-Emile Højbjerg skoraði í 86 minutti, tá Danmark í kvøld vann 1-0 í útidysti ímóti Finnlandi í EM undankappingini.

Pierre-Emile Højbjerg avgjørdi dystin við máli í 86. minutti. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Danska fótbóltslandsliði er komið eitt stórt fet nærri plássi í EM endaspælinum í Týsklandi.

Í kvøld knógvaði danska landsliðið ein 1-0 siður á útivølli í Finnlandi. Í 86. minutti eydnaðist tað Pierre-Emile Højbjerg at smekka bóltin í netið.

Tá sá annars ikki gott út hjá Danmark, sum tí sá út til enn einaferð at kiksa. 

Sigurin hevur við sær, at Danmark er á fyrsta plássi í bólkinum, áðrenn síðstu fýra dystirnir verða í oktober og november. Tvey tey bestu liðini í bólkinum sleppa beinleiðis til EM endaspælið, og Danmark hevur á pappírinum eina yvirkomiliga skrá.

/ritzau/

 

Pierre-Emile Højbjerg avgjørdi dystin við máli í 86. minutti. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix