Danmark skiftir stjórnarleiðara seinnapartin

Klokkan hálvgum tvey seinnapartin tekur Lars Løkke Rasmussen við sum danskur forsætisráðharri Klokkan hálgvum eitt í dag fer Anders Fogh Rasmussen til Margrethu drotning at biðja hana loysa seg úr starvinum sum forsætisráðharri. Samstundis fer hann at kunna drotningina um, at tann parlamentariska støðan er óbroytt, og at meirilutin í Fólkatinginum mælir henni til at seta Lars Løkke Rasmussen sum nýggjan stjórnarleiðara.

Ein tíma seinni, klokkan hálvgum tvey, fer Lars Løkke Rasmussen so til drotningina og verður tá formliga tilnevndur forsætisráðharri. Haðani fer hann til Christiansborg, har Anders Fogh Rasmussen fer at handa eftirmanninum lyklarnar til forsætismálaráðið.

Lars Løkke Rasmussen er 44 ára gamal og ættaður úr Vejle. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og kom í Fólkatingið fyrstu ferð í 1994. Kona hansara, Sólrun, er føroysk. Tey giftust í 1989.