Sum sitandi evropameistari er Danmark eisini at meta sum greiður favorittur í dagsins dysti, sum verður spældur í Intersport Arena í Linz í Eysturríki.
Men hóast leiklutin sum favorittar, so undirmeta danir á ongan hátt uppgávuna, sum stendur fyri framman seinnapartin.
- Hjá okkum snýr tað seg um at vera eyðmjúkir og at gera okkum ómak, sigur Ulrik Wilbek, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá TV2.
Sama heimasíða hevur eisini havt orðið á Lars Jørgensen á danska landsliðnum, og hann metir seg eisini vita, hvussu sigurin skal fáast til høldar.
- Hjá okkum ræður tað um at fáa gongd í kontraálopini, og í verjupartinum skulu vit ansa eftir bakkunum, sum skjóta ógvuliga hart. Vit skulu fram í teir og so fer tað nokk at ganga, sigur Lars Jørgensen, sum ikki ræðist dagsins mótstøðumenn.
Dysturin millum Eysturríki og Danmark byrjar klokkan 17.00 í dag og verður vístur á TV2.
Íslend skal eisini í eldin í dag. Teir skulu takast við Serbia, og hesurin dysturin verður vístur beinleiðis í TV2 Spotr klokkan 19.00.