ES krevur nú, at teir donsku myndugleikarnir skulu seta neyðug tiltøk í verk fyri at verja eitt sjáldsamt laksaslag.
Tað snýr seg um eitt serligt laksaslag, sum heldur til í Ribe-ánni har suðuri í Jyllandi. Í mong ár heldu menn, at Ribe-laksurin var útdeyður, men í 1999 staðfestu DNA-kanningar hjá donsku fiskirannsóknarstovuni, at nakrir laksar vóru eftir, men at vandi var fyri, at stovnurin fór at doyggja út.
Síðani hevur ES kravt, at myndugleikarnir skulu verja Ribe-laksin, sum hann ikki doyr út. Tað hava danskir myndugleikar roynt, men sambært Bruxelles er alt ov lítið komið burturúr. Tí hevur ES nú boðað frá, at verður málið ikki loyst skjótt, verður Danmark drigið fyri ES-dómstólin, skrivar Politiken.