Danmark skal flagga við føroyskum flaggi

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og føroyska kona hansara, Sólrun

– Eg eri stórur viðhaldsmaður av Ríkisfelagsskapinum. Elski Grønland, Føroyar og Danmark – og haldi, at vit skulu virðismeta okkara lagnufelagsskap hægri.

Hesum boðar Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri frá á Facebook í kvøld.

– Fyri nøkrum mánaðum síðani nevndi eg hendan tankan í forsætismálaráðnum, at vit áttu at flagga við føroyskum flaggi 25. apríl og grønlendskum flaggi 21. juni (sum vit gera við danska flagginum 5. juni) fyri at vísa á júst hetta, skrivar forsætismálaráðharrin.

Hann sigur víðari, at hann ætlar at taka hetta upp á mál við Aksel V. Johannesen, løgmann, og Kim Kielsen, landsstýrisformann í Grønlandi.

– Í gjár fann eg so út av, at »flagstangsgate« (nógv umrødda málið í Danmark, har allir almennir stovnar eru settir at telja flaggstengur) hevur sín uppruna í júst hesum tanka. Góð fólk kring meg hava í stóran stíl lagt nógv fyri at tryggja eitt trygt avgerðargrundarlag.

– Komið so ikki og sig, at vit í Danmark ikki hava loyalar embætismenn, leggur forsætisráðharrin afturat.