Svøríki var eitt vónbrot í fyrsta dystinum móti Kili, tá teir »bert« vunnu við 10 málum, 28-18. Danmark legði nógv betri frá landi, tá teir vunnu heili 47-12 móti Australia.
Australia hevur verið við til HM í hondbólti heilar seks ferðir, og sjálvt um Danmark fekk eitt serstakliga gott úrslit, so er Danmark ikki millum størstu favorittarnar til HM.
Dysturin byrjaði eitt sindur sum ætlað, og Danmark kom skjótt fram um, men tá bríkslað varð fyri hálvleiki, var Danmark bara framman fyri 21-8, ella við 13 málum.
Í seinna hálvleiki skoraði Australia bert eitt mál fyrstu 15 minuttirnar, og Danmark streyk avstað. Alt endaði so við, at Danmark vann 47-12, og tað er eitt mál meira enn Danmark vann í HM-kappingini í 2005, tá teir vunnu 52-18 við HM í 2005 móti Kanada.










