Seinasta samdøgur setti Danmark nýtt met í smittutilburðum, tá heili 8314 fólk vórðu staðfest positiv.
Talið av innløgdum vaks við 11, og nú nærkast samlaða talið av innløgdum teimum 500, samstundis sum sjey fólk seinasta samdøgur doyðu við koronu.
Tað upplýsir Statens Serum Institut.
Hetta er annar dagurin á rað, at Danmark setir met í nýggjum smittutilburðum, síðan koronu-farsóttin tók seg upp fyri skjótt tveimum árum síðan.
Smittutølini í Danmark í dag, nú vit nærkast hálvum desember, eru umleið fýra ferðir so høg, sum tey vóru í byrjanini av november.
- Sjálvt um tað ljóðar ógvusligt við so stórari smittuspjaðing, skulu vit minnast til, at smittan í løtuni spjaðir seg mest millum børn, sum ikki gerast so sjúk.
Tað sigur yvirlæknin á intensivu deildini á Bispebjerg Hospitali, Christian Wamberg.
Hann vísir á, at so leingi, sum tað serliga eru børn, ið bera smittuna, merkja tey ikki so nógv til stóru smittutølini á intensivu deildini á sjúkrahúsinum.
Christian Wamberg dylur tó ikki fyri, at støðan kann broytast, nú smittutølini eru økt so nógv seinasta mánaðin, og talið av innleggingum veksur spakuliga, men støðugt.
Í dag vaks talið av innløgdum á donskum sjúkrahúsum við 11 upp í 498. Av teimum innløgdu, liggja 70 fólk á intensivari deild, og 46 liggja í respiratori.
- Spurningurin er, um vit skulu bíða í eina viku ella tvær, áðrenn vit síggja ein stóran vøkstur í talinum av innløgdum, leggur yvirlæknin aftrat.