- Tað er teimum koppsettu fyri at takka, at talið av innløgdum ikki er størri, enn tað er. Eg stúri ikki fyri, at sjúkrahúsverkið ikki fer at megna hetta, sigur læknin, Torben Mogensen.

Danmark setir nýtt met í smittu

Talið av nýggjum smittutilburðum í Danmark setir enn einaferð met við 14.844 tilburðum - og talið av innløgdum veksur við 57 upp í 579.

 

- Tað er teimum koppsettu fyri at takka, at talið av innløgdum ikki er størri, enn tað er. Eg stúri ikki fyri, at sjúkrahúsverkið ikki fer at megna hetta, sigur læknin, Torben Mogensen.

Seinasta samdøgrið vórðu staðfestir 14.844 nýggir tilburðir við covid-19 í Danmark, og so stórt hevur talið ongantíð áður verið í eitt samdøgur, síðan farsóttin tók seg upp.

 

Tað vísa tøl hjá Statens Serum Institut. Av nýggju tilburðunum, hava 644 fólk fingið staðfest smittu av nýggjum.

 

- Smittan er ógvuslig í løtuni. Hetta merkir, at tað er omikron-frábrigdið sum valdar. Omikron smittar so illa, at tað ber ikki til at hava eftirlit við smittuni, sigur læknin og formaðurin í danska Lungnafelagnum, Torben Mogensen.

 

Seinasta samdøgur vaks talið av covid-19 sjúklingum á donskum sjúkrahúsum við 57 upp í 579, sum talið av innløgdum er í dag.  

 

Hetta er tó ikki í námindi av metstóra talinum av innløgdum, sum var hin 2. januar í ár, tá 964 fólk vóru innløgd við covid-19.

 

- Talið av innløgdum er at hava við at gera, og tað er tað týdningarmesta. Eg stúri ikki fyri, at okkara sjúkrahúsverk ikki fer at megna hetta, sigur Torben Mogensen.

 

Læknin og formaðurin í Lungnafelagnum heldur, at tað er teimum koppsettu fyri at takka, at talið av innløgdum ikki er størri, enn tað er, nú smittutølini annars eru so stór.

 

 

 

- Tað er teimum koppsettu fyri at takka, at talið av innløgdum ikki er størri, enn tað er. Eg stúri ikki fyri, at sjúkrahúsverkið ikki fer at megna hetta, sigur læknin, Torben Mogensen.