Talið av starvsfólkum á russisku sendistovuni í Danmark verður minkað, so tað svarar til støddina á manningini á donsku sendistovuni í Russlandi.
Tað upplýsir danska uttanríkisráðið í tíðindaskrivi.
Í einum telduposti til Ritzau upplýsir ráðið, at avgerðin merkir, at tíggju sendifólk verða send heim av sendistovuni.
Uttanríkisráðið hevur í dag givð russiska sendiharranum Vladimir Barbin boðini um, at manningin skal minkast.
Tað hevur við sær eitt loft upp á fimm sendifólk og 20 starvsfólk frá umsitingarligu og teknisku deildini.
Tað hevur í longri tíð verið samráðingar um visum til starvsfólk á donsku sendistovuni í Moskva.
Málið hevur sambært Uttanríkisráðnum verið at varðveita »vælfungerandi« sendistovur bæði í Danmark og í Russlandi.
– Samráðingarnar hava ikki ført til úrslit vegna fleiri russiskar royndir at hava við visumáheitanir til russiskar fregnartænastuyvirmenn sum part av hesum samráðingum, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Í gjár kundi danska blaðið Informatión avdúka, at ein yvirmaður frá russisku hernaðarfregnartænastuni GRU, síðani februar hevur verið sendimaður í Danmark.
Talan er um 43 ára gamla Vladimir Grekov.
Fleir fregnartænastukeldur hava fyri blaðnum vátta, at hann er GRU-yvirmaður.
Uttanríkisráðið legði við hesum dent á sambært Information, at Danmark og Russland framhaldandi hava diplomatiskt samband, og at tað tí eisini er ein danskur verjuattaché í Moskva.
– Tað er áhugamál hjá Danmark, at hesi sambond verða varðveitt í eini truplari tíð, verður sagt í Uttanríkisráðnum sambært blaðnum.
Politiets Efterretningstjeneste (PET) skrivaði í svari til Informatión, at russiskar fregnartænastu vanliga gera sær dælt av systeminum fyri altjóða diplomatii.
Tað gera tey »við at senda út fregnartænastuyvirfólk til diplomatisku umboðsstovur Russlands, sum sigast at vera diplomatar«.
Fólkini skulu vera farin av landinum í seinasta lagi 29. september.
/ritzau/