Danmark søkti Spania og er í finaluni

Dysturin ímóti Spania endaði við einum 28-24 sigri til Danmark, sum sostatt er í síni fyrstu mansfinalu í einari heimsmeistarakapping síðani 1967.

 

Hálvfinalan var spennandi úr enda í annan, og munurin á liðunum var ongantíð størri enn trý mál. Men ímóti endanum vísti danska liðið seg frá síni bestu síðu og vann fult uppiborið.

 

Serliga tveir spælarar skaraðu framúr: Niklas Landin í málinum tók næstan alt í avgerandi løtunum og var kosin besti spælari í dystinum, og Mikkel Hansen skoraði níggju sera munagóð mál.

 

? Vit vísa, at vit hava stórt sjálvsálit og at vit trúgva á okkum sjálvar, segði Mikkel Hansen eftir dystin, ið altso gav atgongd til finaluna, sum verður ímóti Fraklandi sunnudagin klokkan 15.30.