Danmark reyk út úr Eurovision

Danmark verður ikki við í finaluni í Eurovision, sum verður í Eysturríki leygardagin. Tað gjørdist greitt í kvøld, tá seks lond skuldu soldast frá í fyrstu undanfinaluni.

Danmark verður ikki við í finaluni í Eurovision, sum verður í Eysturríki leygardagin. Tað gjørdist greitt í kvøld, tá seks lond skuldu soldast frá í fyrstu undanfinaluni.

 

Danmark var ikki millum tey 10, sum sluppu víðari í finaluna, og tí mugu tey í »Anti Social Media« so nakkalong venda heimaftur úr Eysturríki – ongul í reyv.

 

Hetta er fyrstu ferð síðani 2007, at Danmark ikki er komið í finaluna. Og sigast kann, at tað var »højt at flyve og dybt at falde« fyri Danmark, sum í fjør hýstu stóru songkappingini – tí at Danmark fyrraárið vann kappingina.

 

Danmark hevur tríggjar ferðir vunni kappingina. Í 1963, 2000 og 2013.